top of page
_MG_1689_edited_edited.jpg

UM MEG

Vælkomin á síðuna. Eg eiti Helena Dam og eri 58 ára gomul, nýútlærd innan málningalist. Eg havi tikið eitt 3 ára skeið á "SARA" Svenska Akademin för Realistisk Konst í Simrishamn og varð útlærd í juni. 2022.  

  

Áðrenn eg fór á kunstskúla, havi eg tikist við mangt og hvat. M.a. havi eg verið lívbjargari í Svimjihøllini, verið í læru í 3-aranum í SMS, starvast í Fotobúðini, DFDS Seaways og eisini havi eg fleiri-ára royndir sum sjálvstøðugur fotografur. Í løtuni starvist eg aftur á sjónum, men dreymurin er at kunna liva av listini burturav. 

  

Maðurin og eg tóku avgerð um at flyta til Svøríkis í 2015. Vit búgva í lítlari bygd í Småland. Her er bygdasligt, friðsælt og vakurt. 

​

Sum føroyngur, so eigur tann villa og harðbalna føroyska náttúran eitt stórt pláss í hjartað mínum, og tað eru teir føroysku klettarnir, sum geva mær íblástur í listini. 

  

Kyrrlutamyndirnar (da. stilleben) miði eg eftir skula vekja eina estetiska uppliving fyri eygað.  

  

Menniskjakroppin meti eg vera eitt fantastiskt skapanarverk. Hann royni eg at tulka sannførandi, bæði fagurfrøðiliga og rættvíst. 

 

Um tú hevur spurningar ella vil vita meira um myndirnar, so er tú vælkomin at skriva eini boð. Eg eri eisini opin fyri bíleggingum.  

​

​

  • Instagram
  • Facebook
bottom of page